Konsert við Friðrik Ómar og Jógvan Hansen í sjónvarpinum

Nú kl. 15.00 byrjar ein konsert við Jógvani Hansen og Friðrikki Òmar í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 

Konsertin, sum verður framførd í nýggju konserthøllini Hørpu í Reykjavík er stuðulskonsert, og innsavnaði peningurin er ætlaður Landsfelagnum fyri bjargingarfeløgini. Jógvan og Ómar vóru báðir í Føroyum í vikuskiftinum eftir at ódnin hevði herjað, og fingu í tí sambandinum at vita hvussu stóran týdning bjarginagarfeløgini høvdu í sambandi við neyðina av illveðrinum.

 

Tí savna teir inn pening til bjargingarfeløgini, sum teir meta hava uppiborið stuðulin.

 

Jógvan Hansen og Friðrik Ómar hava eftirhondini havt eitt langt samstarv, sum millum annað hevur leitt til fleiri føroyskar og íslendskar fløgur. Fyrsta var Vinaløg, sum innihelt

føroysk kend løg sungin á íslendskum, og kend íslendsk løg sungin á føroyskum.

 

Teir báðir hava júst útgivið enn eina íslendska og føroyska fløgu, sum inniheldur kend barnaløg frá londunum báðum.