Nýggjársaftan kl. 13 verður konsert við Danny & Páll úr Danny & the Veetos í VB-húsinum í Vági.
Nýggjársnevndin hevur longi havt eitt ynski um at skipa eitt tiltak fyri børn og ung um dagin nýggjársaftan, og í ár verður so ein spennandi konsert við Danny & Páll úr Danny & the Veetos nýggjársaftan kl. 13 í VB-húsinum.
Dyrnar lata upp kl. 12.30.
Tá náttin kemur eru Danny & the Veetos gestir á palli, tá stórdansur er við Jens Marna Band I VB høllini. Í VB húsinum er dansivinarligur tónleikur við Norrøna band.