Mikukvøldið verður Norðurlandahúsið karmur um eina forvitnisliga konsert við kórinum Cantabile, hjá Paula í Sandagerði, og Hanusi G. Johansen.
Á skránni eru lættir sangir, nýggjari og eldri »evergreens« og sangir úr ymsum »musicals«, eitt nú Evita og Chess. Umframt tað trívir kórið eisini í onkran Beatles sang.
Skráin er soleiðis sett saman, at kórið framførir 12 sangir og Hanus framførir seks. Hann verður tó ikki heilt einsamallur, tí genturnar í Cantabile fara eisini at vera við á onkrum sangi hjá Hanusi.
Kórið og vísusangarin eru nú heldur ikki heilt ókend fyri hvør øðrum, tí tey hava fleiri ferðir áður havt konsertir saman.
Genturnar í kórinum ætla eisini at vísa, at tær kunnu annað enn at syngja, og í ti sambandinum hava tær fingið tvær gentur úr Skeyk-hópinum, saman við teimum, at leggja til rættis eina dramaframførslu, har tær bæði dansa og syngja.
Bert tann
eina konsertin
Av tí at meginparturin av kórinum er bundin av skúla, er tíðin ikki júst tann rætta til eina røð av konsertum.
Próvtøkan liggur fyri framman hjá fleiri av kórlimunum, og tí verður bert tann eina konsertin á hesum sinni.
Til at spæla undir hevur Cantabile fingið Lenu Jensen til at spæla marimbaog Edvard Nyholm Debes at spæla bass. Harumframt fer Pauli í Sandagerði at spæla klaver afturvið onkrum sangi eisini.










