Konsert
Bíggjarkórið fer sunnukvøldið at hava konsert í Sørvágs kirkju. Konsertin verður klokkan 20.00 sigur kórleiðarin, Ólavur Hátún.
Skráin verður fjølbroytt, greiðir Ólavur frá. Føroyskir sálmar og sangir, eins og norðurlendskir sangir eisini vera á skránni.
Men farið verður longri enn so, sigur hann. Europeiski kórtónleikurin er ríkur, og haðani verður okkurt eisini at hoyra, eins og onkur Negro Spiritual ivaleyst eisini verður við.
Í Bíggjarkórinum eru einir 20-25 sangarar, sum flest allir hava eitthvørt tilknýti til Bíggjar. Ikki øll búgva í dag í Bø, sigur kórleiðarin, men ættarbondini eru tann vegin.