Konsert í Vestmanna Kirkju

Vestmanna Sangkór, sum hevur 20 ár á baki í ár, hevur konsert í Vestmanna í kvøld kl. 20.00.

Konsertin verður hildin í samband við uttanlandsferð hjá kórinum til Noregs og Danmarkar. Á ferðini verður vitjað í Molde hjá Molde Korforening, har kvívíkingurin Hans Iversen er leiðari.

Ferðin endar í Danmark, har sangkórið er boðið til Hanherred at vitja m.a. føroyska prestin Torben Johannesen. Konsertir verða hildnar í Molde, Aukra, í Lillehammer í samband við hámessu, Skagen, Haverslev kirkju og Klim kirkju.

Fyri at styrkja um kórið hevur tað fingið hjálp frá sangarum úr øðrum kórum.

Á skránni verða føroyskir og norðurlendskir sangir, sum Kári Bæk fyri ein part hevur sett út fyri kór.