Konsert verður í Dúvugørðum

Í annaðkvøld verður forvitnislig konsert í Dúvugørðum í Saksun.

Týsdagin 15. august frá klokkan 18 - tað er í morgin - framføra og spæla Trygvi & Bartal í Dúvugørðum í Saksun.

 

- Trygvi hevur áður útgivið stuttsøgu og yrkingasavn og er í løtuni best kendur sum "silvurdrongur". Hann fer at byrja kvøldið við sínum spontana lyndi og fer at framføra tað, ið passar best til løtuna.

 

Í Sunda kommunu vita tey at siga, at Bartal, best kendur sum limur í bólkinum Guðrun & Bartal, fer at framføra egin løg, og stílurin hjá honum verður ofta lýstur at vera gandakendur og melankolskur.

 

- Framførslurnar fara fram í gomlu hølunum í Dúvugørðum, sum vanliga virka sum savn. Dúvugarðar liggja sera vakurt í stórslignum umhvørvi.

 

Lagt verður aftrat, at gomlu sethúsini og úthúsini eru um 200 ár og yngri, og innrættingin í roykstovuni er frá umleið 1820.

 

Tað er Kaffistovan í Dúvugørðum, ið stendur fyri tiltakinum sum er ókeypis, og her verður sjálvsagt eisini opið  til høvið.