Konsert á Skipasmiðjuni

Heystkonsert við Aldubáruni verður í Listahøllini á Skipasmiðjuni í Tórshavn í morgin, sunnudagin klokkan 16.

Aldubáran, ið hesuferð er mannað við Angeliku Nielsen, bratsj, Christinu Andersen, fagott og Ólavi Jakobsen á gittara, fara at framføra tónleik eftir m.a. argentiska tango-tónaskaldið Astor Piazzolla, blandað við tónum eftir Wiliam Heinesen, Francisco Mignone og Kristian Blak.

Ein sera fjølbroytt skrá við solo- og samanspæli, ið rættiliga kemur til sín rætt í framúr akkustikkinum í stóru høllini í grøna bygninginum úti á Rundingi í Havn.

Tónleikararnir greiða sjálvir frá um tónleikin. Konsertin varir í slakan tíma.

Innan og eftir konsertina býðst høvið, at skoða listarverkini, ið eru á hesi Heystframsýningini 2011