Konsert í Runavík

16. februar klokkan 16 verður konsert í býrashøllini í Runavík við Moniku Stauss Joensen á violin og Helene Ringgenberg á flygul.
Tær eru báðar úr Sveits. Helene er organistur í Bern, og Monika er kend úr føroyskum tónleikahøpi.
Tær báðar hava áður havt konsertir í Føroyum, Sveits og USA.
Monika Stauss Joensen og Helene Ringgenberg verða eisini við á einum tiltaki í Klaksvík hin 18. februar.