Konsert og bókaframløga í Leirvík

Tiltakið í Leirvík seinnapartin í morgin fevnir bæði um konsert og bókaframløga, har hjúnini, Jórun og Osmundur Justinussen, fara at leggja fram nýggja bók.

Sunnudagin 25. november klokkan 16 - tað er í morgin - verður aftur hugnaløta á Báta- og Listasavninum í Leirvík, har Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittar fara at spæla.

 

Hetta verður bæði ein konsert og bókaframløga, har hjúnini, Jórun og Osmundur Justinussen, fara at leggja fram nýggja bók um teirra lív.

 

Tónleikaskráin fyri tiltakið er fjølbroytt við bæði stillisligum og inniligum tónleiki, har tað virtuosa og bergtakandi kortini ikki verður gloymt - alt bundið saman við góðari nærveru og frásagnum.

 

Ólavur Jakobsen hevur lagt fleiri nýggj løg til rættis til hesa konsertina, og okkurt jólaligt verður eisini við, nú jólahøgtíðin stundar til.

 

Eftir konsertina verður bókaframløga, og her býðst høvið hjá leirvíkingum og øllum vitjandi at skoða nýggju bókina, sum kemur út hetta vikuskiftið og fer at vera til keyps fyri serprís.

 

- Atgongumerki til tiltakið á Báta- og Listasavninum seinnapartin í morgin er einans 30 krónur, og hesi fáast við dyrnar. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Leirvík.