Konsert og aðalfundur hjá Grót

Í samband við at Tónleikasamtakið Grót, hevur ársaðalfund nú leygarkvøldið

verður skipað fyri ókeypis konsert fyri limunum í felagnum.

Gipsy Train og Petur Pólson fara at framføra.

 

Tónleikasamtakið Grót fer á ársaðalfundinum at greiða frá virksemi

felagsins í farna ári, og at kunna um hvørji mál felagið hevur fyri framman.

Rokniskapur felagsins verður lagdur fram og nevnd skal veljast, annars

verður lagt upp til kjak.

 

 

Konsertin byrjar eftir aðalfundin, uml. kl. 21.00, konsertin er ókeypis og

fyri limir.