Konsert á Norðuratlants Bryggjuni

Konsert við Ebenezerkórinum verður á Norðuratlants Bryggjuni fríggjakvøldið 15. apríl.

Tað er Kristnastova í Keypmannahavn, sum skipar fyri konsertini á Norðuratlants Bryggjuni fríggjakvøldið 15. apríl kl. 20 við sangkórinum í Ebenezer.

Kórið er tá á veg til Ísraels, har tað vitjar um páskirnar. Men eitt kvøld verður steðgað í Keypmannahavn, og tað kvøldið er kórið gestur hjá Norðuratlants Bryggjuni, har konsert verður á 5. hædd. Har hevur Kristnastova áður havt onkrar sangløtur. Kórið telur um 50 fólk og fer at syngja á føroyskum, donskum, enskum og hebraiskum máli. Norðuratlants Bryggjan er á Strandgade 91, København K. Fyrireikararnir siga, at konsertin er ókeypis, og øll eru vælkomin.