Hvussu ljóðar kórsangur í myrkri?
Tað er ein spurningur, sum sangarar og kórleiðari í Kamarkórinum hava sett sær fyri at finna útav, í samstarvi við Sjóndepilin.
Hóskvøldið 6. juni verða tvær konsertir í myrkri í Luux í Havn, har áhoyrarin fær møguleikan at kenna, hvussu tað er at uppliva tónleik uttan at kunna nýta sjónina yvirhøvur har verður bølamyrkt inni.
...
- Sum skilst eru vælumtóktu myrkatiltøkini hjá Sjóndeplinum sera gevandi og fólk koma út aftur við sterkum upplivingum. Tí bjóðar vit eftir konsertina ein kaffimunn við onkrum góðum, soleiðis at til ber at práta um upplivingina, áðrenn farið verður avstað aftur, siga fyrireikararnir.
Konsertin varar ein lítlan tíma, og umframt vanliga kórsangin eru eisini nøkur innsløg.
Atgongumerki eru at fáa á Kunningarstovuni. Avmarkað atgongd.
Konsertirnar verða kl. 19 og 21 hóskvøldið 6. juni










