Konsert á Margarinfabrikkini

Bólkarnir Páll Finnur Páll og Reistrup & Dam fara at spæla á konsert, sum verður hildin á Margarinfabrikkini í Havn leygarkvøldið

Páll Finnur Páll, sum fyrr í ár komu við síni fyrstu fløgu, hava staðið seg væl á 15 teimum bestu hjá Útvarpinum. Teir hava klatrað upp eftir listanum og eru nú komnir á toppin. Teir siga, at teir eru í toppformi, og at teir fara at hava eitt show, ið stendur mát við teirra støðu sum nr. 1 í føroyskum tónleiki.
Teir báðir Reistrup og Dam eru kendir fyri at spæla í bólkinum Lavetz. Men her eru teir tveireinir og ætla teir eisini at geva seg fult út á konsertini við egnum og lántum løgum.
Margarinfabrikkin er einasta staðið í Tórshavn, har ung hava møguleika til at hoyra nýmótans livandi tónleik í einum rúsfríum umhvørvi, og konsertin nú leygarkvøldið verður kl. 22.00.