Konsert í Losjuni í Gøtu

Í dag er kyndilsmessa, og í tí sambandi hava tey sum vant fyrireika tiltøk í Losjuni í Gøtu.

 

Talan er um spennandi konsert við ungum og evnaríkum tónleikarum.

 

Benjamin Petersen:

Benjamin gav í fjør út fløguna »Ghost with skin«.

 

Eftir at hann framførdi á G! Festivalinum í fjør, vann hann heiðursprísin »Væl á veg«, ið hevði við sær, at hann spældi á kenda íslendska festivalinum Iceland Airwawes. Eisini fekk Benjamin ein útgávusáttmála við eitt týkst plátufelag eftir framførsluna á G!.

 

Útgávan »Ghost við skin« kom út í Týsklandi í hesi vikuni, og skal Benjamin á tour har skjótt.

 

Sleepless Ghost

Helst mest kreativa og spennandi føroyska tónleikanavni í dag. Instrumentali og dreymakendi postrock bólkurin við manning úr Gøtu, Fuglafirði og av Eiði, sum tók øll á bóli og vann Sement 2012, koma eisini á pall í Töting.

 

Manning

Dan Andreasen: Keyboards and samples

Hjørtur Lamhauge: Bass and synth

Geir Mohr: Guitar

Fríði P. Hentze: Drums

 

Hans Andrias Jacobsen, Klaksvík, Ársins nýggja tónleikanavn (Planet Awards 2012)

 

Elinborg Pálsdóttir, Gøtu, spennandi ung tónleikara kvinna.

 

Maibritt J.Hammer, Gøtu, spennandi ung tónleikara kvinna.

 

Aftan á konsertina verður syngið við tiltak við tónleikarum og øll syngja við.

 

Aftaná verður dansur har Flemming Petersen við bólkið spæla

 

 

Konsertin byrjar Kl. 21.00

Syngið við tiltakið uml. Kl. 23.30

 

Nevnast kann, at í løtuni er hesi tiltøk í húsinum hvørja viku.

Føroyskur Dansur, undirvísing fyri ung.

Dramaskeið/sjónleikavenjin – ymiskir aldursbólkar

Uppá tá – dansur hvørt fríggjakvøld, sum er sera væl umtókt.

 

 

Losjan í Gøtu hevur ognað sær nýggja tónleika og ljósútgerð til konsertir og leik. Við hesi útgerð eru nú góðir møguleikar hjá tónleikarum ungum sum eldri at hava konsertir ella venja tónleik og leik í Losjuni í Gøtu sum er eitt ógvuliga poppulert stað í løtuni við nógvum aktivitetum.