Konsert í Klaksvík

Sunnudagin 21. februar verður konsert í Ósáskúlanum í Klaksvík, har næmingar og lærarar frá Tórhavnar Musikkskúla framføra tónleik

Sunnudagin 21. februar verður konsert í Ósáskúlanum í Klaksvík, har næmingar og lærarar frá Tórhavnar Musikkskúla framføra tónleik av m.a. Mozart, Mendelssohn, Beethoven og Debussy.

Næmingarnir eru Marjun H. Olsen, tvørfloyt og klaver, Guðný Næs, violin og Kristina Dalsgarð, klaver.

Lærarar teirra verða eisini við á konsertini og eru tey Andrea Heindriksdóttir, tvørfloyta, Sámal Petersen, violin og Jóhannes Andreasen, klaver.

Konsertin er í samstarvi við Klaksvíkar Musikkskúla og er serliga ætlað næmingum og foreldrum teirra, men øll eru vælkomin. Konsertin verður sunnudagin klokkan 15:30 og er ókeypis