Konsert á Kambsdali

Leygarkvøldið klokkan 20 ? ein góðan tíma eftir at landsdysturin á Svangaskarði verður liðugur ? fer sangkórið í Siloa í Fuglafirði at hava konsert í nýggju høllini í studentaskúlanum á Kambsdali.

Á skránni eru umleið fimtan løg, og tað verður roknað við, at konsertin verður umleið hálvan annan tíma.

Kórið hevur í vetur vant eina ferð um vikuna ? hvørt mikukvøld í ein tíma ? og á skránni leygarkvøldið eru sálmar og sangir, sum kórið hevur havt frammi hetta síðsta árið. Skráin fevnir millum annað um onkran nigro spiritual, eitt sindur av gospel, og so eru okkurt á skránni, sum ikki hevur verið frammi áður, t.d. eitt nýtt lag til ein kvøldsálm, sum Victor Danielsen í síni tíð umsetti. Nýggja búnan til lagið hevur Jógvan á Lakjuni gjørt.

Eisini er ein heilt nýggj umseting á skránni. Tá Diana prinsessa fór til gravar fyri knøppum tveimum árum síðani hoyrdi Eyðun á Lakjuni eitt lag vera sungið sum felags sálm. Sangurin og lagið festu í hjá kórleiðaranum, sum fann fram til, hvat hetta var fyri ein sálmur. Heitt var á Zacharias Zachariassen í Gøtu um at umseta sálmin, tað hevur hann gjørt, og nú verður høvið at hoyra teir gott tríati sangararnar í kórinum í Siloa bera tað fram.