Afturvendandi adventshugnin hjá Vestmanna Kirkjukóri verður sunnukvøldið, hin 3. desember.
Forvitnisliga tiltakið, sum verður í kirkjuni í Vestmanna, byrjar klokkan 19.30.
Á skránni verða kendir jólasangir, umframt sálmurin, “Sælur er tann”, hjá Teiti Lassen, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur umsett.
Eisini verður italska kærleiksvísan, “Caro mio ben", á skránni.
- Góðir harmonikutónar verða til felagssangin, og eftir sjálvt tiltakið bjóðar kirkjuráðið kaffi, te og rísingreyt í kirkjukjallaranum.
Úr Vestmanna verður lagt aftrat, at øll eru hjartaliga vælkomin til konserttiltakið í Vestmanna kirkju.
##med2##












