Konsert í býráðshøllini í Runavík

Í morgin klokkan 16.00 verður konsert í býráðshøllini í Runavík við Moniku Stauss Joensen, violin, og Helene Ringgenberg, flygul.

Monika og Helene eru báðar úr Sveits. Helene var mest sum fastur cembalistur, tá Ólavur Hátún fekk heimskenda dirigentin og kórleiðaran Willi Gohl, sála, til Føroyar at  framføra fleiri av kendastu  kórverkunum. Til dagligt er Helene Ringgenberg organistur í Bern, høvuðsstaðnum í Sveits. 

 

Monika Stauss Joensen og Helene Ringgenberg  hava havt fleiri konsertir í Sveits og í Føroyum, og eisini hava tær spælt í Odense og í San Luis Obispo í USA, har tær vóru við í Music and Art for Youth [MAY]. Monika luttók saman við Ólavi Jacobsen, guitar, í 2005.

 

Hesa ferð hava tær báðar nakað serligt á skránni. Týska tónaskaldið Felix Mendelssohn (1809-1847), sum byrjaði at framføra sum pianistur bara 9 ára gamalur, hevur skrivað eina sonatu fyri brasj og klaver. Hesa sonatuna hevur Helene skrivað um til violin og klaver. Hetta verður fyrstu ferð Monika og Helene framføra sonatuna.

 

Monika og Helene fara eisini at verða við á einum tiltaki í Klaksvík tann 18. februar saman við Frits Jóhannesen sum frásøgumanni; eitt tiltak, sum Dávur Winther stendur fyri. Tiltakið verður lýst nærri seinni.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin í býráðshúsið í Runavík 16. februar klokkan 16.00.

Eftir konsertina verður bjóðað til kaffi/te.