Í kvøld kl. 19 verður tónleikabólkurin Acoustica Trio at síggja í Tranquebar í Borgergade 14 í Keypmannahavn. Tranquebar er ein Fair Trade handil og café og møguleiki verður fyri at drekka eitt sindur av kolumbianskum fjallamokka afturvið.
Tríggir gittaristarnir Stanley, Rian og Larsen úr hesum bólki spæla í løtuni nógva ymiska staðni í Danmark. Í einum ummæli av teimum trimum stendur at lesa, at teir kunnu fáa tankarnar aftur á tíðina, har Crosby, Stills & Nash og The Eagles vóru populerir.