Summartiltak
Vilmund Jacobsen
Sunnudagin kl. 16.00 skipa Summartónar v/ Kristiani Blak fyri konsert í Gjónni við Gjógv.
Hetta er eitt áhugavert tiltak ? ikki minst, tí staðið er forvitnisligt og sjáldsama náttúruvakurt.
Bólkurin, sum fer at spæla á konsertini, eitur Mad Cows Sing. Hann er stovnaður í 1996 av kenda dananum, Benjamin Koppel. Tey hava eisini vunnið onkrar virðislønir fyri síni avrik.
Við í bólkinum eru Oliver Boekboorn (obo), Benjamin Koppel (altsaksofon), Andrea Gyarfas (violin), Therese Åstrand (cello), Rikke Sandberg (klaver), Jonas Westergaard (bass) og Jacob Andersen (slagverk).