Konsert í Gøtu Kirkju

Ein floytubólkur og ein klarinettbólkur frá Musikkskúlanum hava konsert í Gøtu Kirkju í kvøld

KONSERT

Í kvøld, hóskvøldið 10. oktober kl.19.30, er konsert í Gøtu Kirkju. Tað er Musikkskúlin, sum skipar fyri, lærarnir Andrea Heindriksdóttir og Peder Riis-Jensen møta um við hvør sínum bólki - ein floytubólkur og Føroya Klarinettorkestur. Tey hava eisini bjóða Leirvíkar Gentukóri við á konsertina, leiðari teirra er Dánjal Eysturstein.
Floytubólkurin spælir m. a tónleik eftir Fr. Kuhlau og G. F. Händel, Leirvíkar Gentukór syngur m.a. 2 løg, sum leiðarin hevur útsett og Føroya Klarinettorkestur spælir m.a Ave Verum Corpus hjá Mozart og eina útseting hjá Bjarna Restorff av bøhmiska sálmalagnum »Upp alt, ið Harrin hevur gjørt«.
Skráin er henda:
Floytubólkur:
J. J. Quantz (1697-1773): Preludio og Arie úr sonatu, opus 3 nr. 6 Fr. Kuhlau (1786-1832): Adagio úr opus 81 nr. 1 G. F. Händel (1685-1759): Gavotte Fr. Kuhlau (1786-1832): Rondo úr duet, opus 1 J. Hook (1748-1827): Allegretto og Andante úr sonatu nr. 1

Leirvíkar Gentukór:
Afrikanskt fólkalag, arr. John Højbye: Siyahambe Negro Spiritual, arr. Poul Schønneman: Do don't touch Dona nobis pacem, ókendur uppruni Gamalt føroyskt sálmalag, arr. Dánjal Eysturstein: Nu rinder solen op Knút Olsen, arr. Dánjal Eysturstein: Havið sang um Føroyar

Føroya
Klarinettorkestur:
Bøhmen (1549), arr. Bjarni Restorff: Upp, alt ið Harrin hevur gjørt W. A. Mozart(1756-1791), arr. D. Dorff: Ave Verum Corpus N. A. Zingarelli (1752-1837), arr. D. V. Joseph: Motet, 1. Andante e Sostenuto, 2. Allegro Giusto