Tað halda eisini tey ungu í Heimamissiónini, sum leygarkvøldið í næstu viku skipa fyri teirri árligu HMU-konsertini á hesum staði.
Sagt verður, at á skránni verður nakað fyri øll við áhuga fyri tónleiki. Tað hevur nevniliga eydnast teimum at fáa fatur á fýra rættiliga ymiskum bólkum til konsertina. Teir fýra eru: Ungdómskórið í Vágunum, Credo, Bjartur og vinfólk, og kendi bólkurin I Am.
Umframt góðan tónleik verður eisini andakt, okkurt til matna og videoklipp á stórskýggja.










