Fleiri av teimum, sum eru við í Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni, sungu í sínari tíð undir leiðslu av Hans Jacob Højgaard. Kórleiðari í dag er Michael Jóhan Heinesen
Í kvøld klokkan 20 verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum við kórsangi, solosangi og instrumentalum tónleiki við sello og floytu.
Tað er Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, sum stendur fyri kórsanginum. Kórleiðari er Michael Jóhan Heinesen, og urguleikinum stendur Gudmund Mortensen fyri.
Meðan solosangur er, spælir presturin, Martin R. Jacobsen, undir á klaveri.
Skráin fyri kvøldið er fjølbroytt, og tað er ikki sørt, at ein partur av skránni sigur okkum, at jól skjótt eru í hondum.
Tað var í ár 2000, at fólk í Nes kommunu fóru undir fyrireikingarnar til at stovna Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni. Hetta var, meðan Jónsvein Bech var prestur í økinum.
Í løtuni eru 35 sangarar í kórinum. Hesi spenna víða í aldri. Elsti sangarin er 78 og yngsti 35.
Fleiri av teimum, sum við eru, sungu í sínari tíð undir leiðslu av Hans Jacob Højgaard. Eitt av Føroya kendastu sangtónaskøldum, sum var ættaður av Toftum.