2. juni var føroyskur dansur og konsert á Christiania, sjónvarpsrásin hjá Christiania, CATV sendi frá tiltakinum, og nú er sendingin eisini komin á alnetið. Týr, Boys In A Band og íslendski Petur Bén spældu fyri 350 áskoðarum har meginparturin var føroyingar í Operaen á Christiania. Kvøldið var sera væleydnað og nú ber til at uppliva tað aftur, ella enduruppliva tað á heimasíðuni catv.dk. Eisini eru samrøður við hálendskan Týr-fjeppara, fyriskiparan av tiltakinum Edmund S. Jacobsen og skiparan av Orminum Langa.Føroyski dansurin var í Pusherstreet og orsakað av hasjsøluni er ikki loyvt at taka film upp har, so dansurin er ikki við í sendingini. Men til samans liggja tveir tímar og eitt korter av tónleiki og práti frá kvøldinum á heimasíðuni.










