Leygardagin 13.3. kl. 17.00 hava kirkjukórið Ljómur, felagskórið Gøta-Leirvík og Vestmanna sangkór konsert í skúlanum í Vestmanna.
Fyrst fara kórini at syngja hvør sær, síðan syngur kvinnukór, aftaná manskór og at enda felagskór við umleið 75 sangarum.
Vestmanna sangkór hevur áður vitja bæði í Vági og á Kambsdali, og nú møtast kórini í Vestmanna til felagsvenjingar og felagskonsert.