Konni vinnari av Nósabarnaprix 2003

Tólv ára gamla, Konni Kass Jacobsen úr Hoyvík gjørdist vinnari av Nósabarnaprix 2003. Finalan var í Badmintonhøllini í Havn mánakvøldið

Vinnarin av barnaprix 2003, Konni Kass Jacobsen, hevur eina avbera vakra og eftir aldrinum sterka og búnaða rødd.
        Við sanginum, ?Syngja sama lag?, fekk hon, saman við beiggja sínum Hilmari, rættiligt lív í áhoyrararnar í Badmintonhøllini mánakvøldið
Hóast nógvar vakrar barnarøddir vóru at hoyra millum luttakararnar, var lítil ivi millum mongu áhoyrararnar um, hvør fór at gerast nummar eitt.
 
Stjørnuskot
 
Hóast unga aldurin er Konni longu ein royndur sangari, hon  syngur við í bólkinum, Stjørnuskot, sum Sigrid Sivertsen stjórnar. Og fleiri kenna hana frammanundan frá songleikluti hennara, ?Fitta Lisa?, í leikinum, Kúlla Knút.
Og um vit leggja aftrat, at hon er abbadóttir Simma Jacobsen, so munnu tey flestu vita á leið, hvør Konni er.
Nummar tvey í barnaprix hesaferð, gjørdist Durita Mohr Jacobsen úr Fuglafirði við sanginum, ?Vit eru glað?, og triðja plássið vann Rebekka Rafael Petersen við sanginum, ?Tína Dýrd tú ofraði?.
 Hesar tríggjar, saman við fleiri av teimum, sum hava luttikið í Nósabarnaprix 2003, hava so avgjørt møguleika at gera seg galdandi innan sang og tónleik.
Vit ynskja vinnarunum hjartaliga tillukku og góða eydnu.