Konni og Bartal í Gøtu

Fríggjakvøldið 15. Apríl verður konsert í Tøting, har unga stjørnuskotið Konni Kass saman við bólki sínum fer at framføra.


Konni Kass kom við einum braki inn á føroyska tónleikapallin í fjør, tá hon sannførandi vann árligu talentkappingina Sement.


Tónleikurin er melodiøskur poppur við einum ísletti af electro. Manningin í bólki hennara eru ikki hvørjir sum helst, tí við hennara lið verða Per I. Højgaard Petersen, Knút H. Eysturstein & Torleik Mortensen, ein væl samanspældur bólkur.


Hendan konsertin er liður í fyrireikingum hjá Konni og hennara bólki, at luttaka á árliga Spot Festivalinum í Danmark, ið er ein sýnisgluggi fyri tónleikavinnuna.


Hin tónleikarin, ið framførir hetta kvøldið, er dugnaligi gittarleikarin Bartan Augustinussen, ið er kendur sum annar parturin av Guðrun & Bartal.


Guðrun & Bartal komu sum ein tónleikalig opinbering burtur úr ongum, fyri nøkrum árum síðani, tá tey, eins og Konni Kass, vunnu tónleikakappingina Sement.


Seinni góðu tey teirra fyrstu fløgu út við heitinum "Vónin er", ein framúr útgáva, sum osar av kenslum, eymleika og vakurleika, ja onki minni enn ein varði til eftirtíðina.