Í summar spældi Konni Kass á Roskilde Festivalinum í Danmark, og tað sær út til, at danski festivalurin hevur lagt merki til og hildið eyga við Konni Kass. Nú er lagið "Sounds" hjá føroyska bólkinum nevniliga at hoyra í nýggjum videobroti hjá Roskilde Festivalinum á Facebook.
Á hvørjum ári eggjar Roskilde Festivalurin fólki at koma við ynskjum um tónleik til komandi festival. Í hesum videobrotinum, har tónleikur hjá Konni Kass verður brúktur sum bakgrundstónleikur, verður nevniliga spurt um lurtaraynskir til Roskilde Festivalin 2019.
Tað var eitt stórt herðaklapp til Konni Kass, tá Roskilde Festivalurin fyrr í ár kunngjørdi, at hon var millum nøvnini á ársins Roskilde Festivali. Bólkurin hjá Konni Kass spældi 3. juli á Rising pallinum, sum er ein pallur fyri nýggjar tónleikarar, sum mann metir hava góðan møguleika at sláa ígjøgnum.
At Roskilde Festivalurin nú hevur brúkt eitt lag hjá Konni Kass sum tónleik í hesum videobrotinum er enn eitt herðaklapp og ein viðurkenning til Konni Kass. Videobrotið sæst her.
Umframt Konni Kass eru hinir limirnir í bólkinum Torleik Mortensen, Knút Háberg Eysturstein og Per Ingvaldur Højgaard Petersen.