Konni Kass: Dreymurin gjørdist veruleiki

 

Ársins nýggja navn á Faroese Music Awards, Konni Kass, hevur eftir øllum at døma ikki staðið hendur í favn ta seinastu tíðina. Konsertferðirnar hava verið fleiri í tali - bæði við egnum bólki og sum stuðulsnavn hjá Eivør - í eitt nú í Danmark og Týsklandi. Løg til nýggja plátu eru smíðað og skulu bara fínpussast. Hartil hevur Konni skrivað undir sáttmála við eitt sonevnt publishing felag, og tað hevur við sær, at hon skal til Los Angeles at skriva løg saman við øðrum listafólki.



Tó fer ikki øll orkan til tónleikayrkisleiðina. Konni er nevniliga júst liðug við fjórða árið sum læknalesandi, samstundis sum hon er virkin tónleikari. At tónleikurin og lesnaðurin til tíðir renna saman, tekur Konni sum eina avbjóðing. Spurd, hvussu hon finnur tíðina til bæði, greiðir Konni frá, at tá ein er í hennara støðu, er neyðugt at vera praktiskur.


- Eg havi sitið á framsetrinum og hugt ígjøgnum próvtøkusett, meðan vit hava ferðast millum ymsu konsertirnar, sigur Konni.


Fyri tveimum vikum síðani fór hon beint av konsertferð og í próvtøku, og bæði konsertferðin og próvtøkan eydnaðust væl. Sambært Konni finnast fyrimunir í at vera í holt við at framføra og at fyrireika seg til próvtøkur í senn. Eitt nú gerst hon sum heild effektivari, tá hon hevur verið á konsertferð, tí tá er hon longu von við allatíð at avrika og fáa á skaftið, og tað verður yvirført til próvtøkufyrireikingarnar. At framføra og at fara upp í próvtøku minna um hvørt annað.  

 

 

Stórt at spæla á sandinum

Dreymur gjørdist veruleiki, tá Konni við bólki sínum trein á pallin á sandinum á G! festivalinum í gjárkvøldið. Hon minnist væl, at hon á G! festivalinum í 2007 segði einum vini heldur bjartskygd, at hon skuldi einaferð sjálv vera tónleikarin á pallinum, sum fekk lív í fjøldina á sandinum. Hon hevur síðani framført á spæliplássinum, og í gjár livdi hon endiliga tíggju ára gamla dreymin. Hon sigur, at upplivilsið var fantastiskt, ikki minst orsaka av teimum trimum Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Torleik Mortensen, sum hon hevði aftrat sær á pallinum.



- Meðan vit spæla hyggi eg yvir á Knút, Per og Torleik og síggi tríggjar av teimum bestu vinunum, ein kann ynskja sær, ráðhugna sær við okkara tónleiki. Síðan vendi eg mær við og síggi á áhoyrararnar, sum gera tað sama. Tað kendist bara púra rætt, sigur Konni fegin.