Háðanin og spottið vóru ikki millum reglunar, men í reglunum, tá tann “kæri leiðarin” í Norðurkorea doyði.
Í tí, sum varð sagt og skrivað í fjølmiðlunum í okkara frælsa heimi um hann, hansara næstu og fólkið í Norðurkorea. Kom at hugsa um hetta, tá ein ávís drotning hevði 40 ára jubileum. Var nakar munur á hávanum her og har?
Vit hava so ilt av persónsdyrkanin í einaræðislondum. Halda hon er bæði ódámlig og stuttlig. Soleiðis eru vit ikki, nei,nei, neinei.
Man, bíða nú. Hvussu kallast tað, sum hendi í kongs- og drotningarríkinum Danmark í viku tvey 2012? Eg kalli tað persónsdyrkan.
Í einaræðislondum verða fólk revsað fyri at finnast at tí “kæra leiðaranum”. Hjá okkum sigur revsilógin, at revsingin fyri majestætsfornærmelse, hátignarvanvirðing, er dupult so hørð sum fyri aðra vanvirðing. Vanvirðir onkur meg til dømis og eg meldi, er revsingin bara helvtin av tí, sum eg hevði fingið, um eg vanvirði drotningina og tey.
Fólkið hevur brúk fyri teimum kongaligu júst sum fólkið hevur brúk fyri religión, tí tað torir ikki at standa einsamalt í hesi óndu verð. Fólkið noyðist at hava okkurt glitrandi at hella seg inn at. Ein skjúrtufald at krøkja seg í.
Í Norðurkorea grótu fólk, tá “kæri leiðarin” fór til Stalin, Hitler og allar hinar.
Í Danmark og í Føroyum, veit ikki, hvussu verður í Grønlandi, fara fólk at gráta, tá Margreta flytir bústað úr einari glæstriborg í aðra.
Í Norðurkorea fingu fólk einaræðisharraboð um at gráta og illa láta. Vit gera tað sjálvboðin, tí vit búgva í einum framkomnum fólkaræði.
“Kæri leiðarin” drakk dýrt konjakk, og fólkið fekk ikki at eta. Tað er neyvan trælakonjakk úr Netto, tey drekka í Amalienborgini. Nógv fólk í drotningarríkinum eiga ikki pengar til mat.
Stórt sjóv, hvørja ferð “kæri leiðarin” hevði onkran serligan dag. Stórt sjóv, tá drotningin hevði 40 ára jubileum. Koloniirnar vóru sjálvandi við. Eitt gott høvi at høgga inn í stein, at okkara samleiki sum føroyingar er danskur. Vit eru altíð við, tá okkurt stórt hendir í Danmark, drotningarjubileum, X-factor, innandurarógving. Vit eru danskarar. Vit eru danskarar. Vit eru danskarar.
Einki í Danmark er so lítið, at tað er ikki stórt hjá okkum.
Vit gleða okkum longu nú til hálvtrýssára hátíðarhaldið. Og til nýggi “kæri leiðarin” í Norðurkorea doyr, so vit kunnu gera gjøldur burtur úr tí.
At sópa fyri egnum durum er eingin tjóðarítrótt. Drotningin hevur fólk til slíkt. Tað hava fjølmiðlarnir tíverri ikki. Tey renna aftan á drotningini. Fólk, sum kalla seg journalistar.
Í Føroyum er sum í Norðurkorea. Fólkið fær einki at vita. Føroyingar fáa ikki at vita, hvørja gávu, drotningin fær frá teimum. Fyribils hevur drotningin fingið eitt gávukort frá løgmanni, tí gávan er ikki liðug. Tjóðareyðkennið, einki er liðugt, tá tað skal vera liðugt. Ella einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.
Nógv undrast á, at lond brúka so nógvar pengar til kongshúsið, tá so nógv annað er at brúka pengar til. Lond brúka eisini nógvar pengar til kirkjur og religión, hóast nógv annað er at brúka pengar til.
Í Norðurkorea hava tey tjóðarfrælsi. Slíkt yvirskipað marglæti fáa vit ongantíð. Vit tora ikki. Hava heldur ikki stundir til at taka tað.
Vit hyggja eftir donskum sjónvarpi í føroyskum sjónvarpi. Vikan við drotningini er farin. Nú er EM í handbólti. Har er Danmark við. Annars frættu vit ikki eitt orð um ta kappingina í føroyskum fjølmiðlum.
Skálið við dýrum konjakki og grátið. Og lurtið eftir God Save the Queen hjá Sex Pistols.