Kongur vil royna semju millum Russland og Ukraina

- Vit eru til reiðar at gera alt, sum gerast kann í einari roynd at steðga stríðnum í Ukraina, og vit eru til reiðar beinanvegin.

Kongurin í Barain, Hamad bin Isa Al Khalifa, saman við franska forsetanum, Emmanuel Macron.

Sambært statsriknu russisku tíðindastovuni Tass sigur kongurin í Barain, Hamad bin Isa Al Khalifa, seg vilja royna seming millum Russland og Ukraina.

 

Tað var hin 24. februar í ár, at Russland leyp á Ukraina, og síðan henda dag hava ukrainar roynt at vart sítt egna land móti russisku krígsmaskinuni.

 

Tíðindastovan Tass váttar, at kongurin í Barein er sinnaður at lata landsins diplomatar fara í friðarsamrøður við Russland og Ukraina.

 

Sambært útlendskum miðlum er tað sendistovan hjá Barein, sum hevur borið tíðindastovuni Tass hesi boðini.

 

- Okkara diplomatar eru til reiðar at gera alt, sum gerast kann í einari roynd at steðga stríðnum í Ukraina, og vit eru til reiðar beinanvegin, verður sagt.

 

 

 

Kongurin í Barain, Hamad bin Isa Al Khalifa, saman við franska forsetanum, Emmanuel Macron.