Kongur í rættin

Í Nepal krevur ein almenn nevnd, at Gyanendra kongur verður stevndur fyri rættin, tí hann gav trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki í apríl í ár. Minst 22 fólk lógu eftirá, og uppaftur nógv fleiri vórðu særd. Nevndin sigur, at meiri enn 200 politikarar og embætismenn eru samsekir. Stjórnin hevur lovað at fylgja tilmælinum hjá nevndini, men eygleiðarar vænta ikki, at kongur verður drigin fyri rættin.