Kongur úr Gana á vitjan

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein kongur vitjar eina bygd ella eitt føroyskt heim í fleiri dagar. Men hesar seinastu tíðina hevur eitt heim í Saltangará havt vitjan av einum kongi fyri ein ættarbólk í afrikanska landinum Gana. – Her er gott at vera, sigur afrikanski kongurin, ið stendur á odda fyri fleiri enn 1,1 millión fólkum.

Bakgrundin fyri vitjanini er ein brúðarvígsla sum varð hildin leygardagin 28. januar. Her varð ein bróðurdóttir hansara, Beatrice gift føroyska manni sínum, Jonhard á Marknagarði.
Hesin kongurin úr Gana – nevndur Nana Bosumpim 2. – stendur á odda fyri Kokobra ættarbólkinum, ið telur væl omanfyri 1,1 millión limir við seinastu uppgerðina.
Ættarbólkurin heldur fyri tað mesta til í sunnara parti av landinum, í nánd av høvuðsstaðnum Accra.

Somu kirkju
Ætlan hansara var sjálvandi at vera við til brúdleypið í farna mánaði, men av ymiskum orsøkum bar hetta ikki til.
Hann ynskti nú at koma til oyggjalandið í Norðurhøvum og vitja í Saltangará, har bróðurdótturin býr.
- Vit ynsktu somuleiðis at sleppa í somu kirkjuna, har sum vígslan fór fram. Og tí var tað ein heilt serlig løta, tá vit í gjár fóru í kirkju á Glyvrum, har Meinhard Bjartalíð prestur prædikaði, greiðir hann íðin frá.
Í heimlandi hansara tosar ættarbólkur hansara eitt mál ið kallast TWI, men tá hann samskiftir við onnur er tað á enskum máli.
- Vit skiltu sjálvandi ikki nógv av tí sum presturin segði, men tað var ein góð løta, tí tann andaligi parturin hevur eisini nógv at siga fyri okkum.
Nana Bosumpim 2. kongi dámar annars sera væl í Føroyum, men hann kundi kortini ynskt sær eitt sindur meiri av lýðku.
- Her er rættiliga kalt í mun til hjá okkum – men tað er so sanniliga eisini vakurt at síggja Føroyar fjaldar í kava, sigur hann.
Tey steðga í Føroyum nakrar dagar aftrat, áðrenn leiðin verður løgd heimaftur til Gana og hitan.