Kongur og landsstýrisformaður lenda í Nuuk í kvøld

Sambært grønlendska kringvarpinum er ikki líkt til, at fráboðaða illveðrið í grønlendska høvuðsstaðnum fer at ávirka donsku kongsvitjanina

Gongst, sum ætlað, fær Grønland fína vitjan í kvøld.

 

Sambært grønlendska kringvarpinum - KNR - lendir flogfarið við Fríðriki, kongi og grønlendska landsstýrisformanninum, Jens-Frederik Nielsen, í Nuuk umleið klokkan 19.30, lokala tíð.

 

Sostatt er ikki líkt til, at fráboðaða illveðrið í grønlendska høvuðsstaðnum í dag fer at ávirka donsku kongsvitjanina, sum ætlandi byrjar í kvøld.

 

Sermitsiaq visti annars í morgun at siga, at ivi var um flúgvingina millum Keypmannahavn og Nuuk í dag.

 

Sambært KNR, sum vísir til heimasíðuna hjá danska kongshúsinum, byrjar vitjanin hjá Fríðriki, kongi, við tveimum døgum í grønlenska høvuðsstaðnum, har hann bæði skal hitta íbúgvar og fer at gera útferðir.

 

Sagt verður, at í morgin - týsdagin - byrjar vitjanin við einum siglitúri til bygdina, Kapisillit, og klokkan 15 seinnapartin í morgin verður kaffemik í Katuaq, har almenningurin hevur høvi at verða við. 

 

Í annaðkvøld skal kongur til døgurða í Hans Egedes Hus saman við grønlendsku stjórnini, har landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, verður vertur.

 

Meira um vitjanina hjá Fríðriki, kongi í Grønlandi, kann lesast á - https://knr.gl/da/nyheder/program-kong-frederiks-besoeg-kaffemik-sejltur-og-moede-med-studerende