Kongur fyri atfinningum

Fleiri norðmenn halda, at Haraldur kongur gjørdi eitt mistak, tá hann undir einari vitjan í einari mosku í Oslo mánadagin segði seg hava virðing fyri trúarfrælsinum, men at tað norska kongshúsið eigur at vera kristið - eisini í framtíðini.

Í Human-Etisk Forbund halda tey, at tað er skeivt av kongi at leggja seg útí, hvønn átrúnað komandi kongar skulu hava, tí tá er hann við til at avmarka trúarfrælsið, sum hann annars sigur seg styðja.

Hinvegin halda Islamska Ráðið í Noregi og tann katólska kirkjan í Noregi, at kongur hevur fullan rætt til ta siga tað, sum hann segði.