Kongur bjóðaði týskarunum Danmark

Hevði tað gingið, sum Christian kongur IX ætlaði um summarið í 1864, hevði Danmark verið ein partur av Týsklandi. Politiken skrivar í dag, at í einari roynd at forða fyri, at Danmark skuldi missa Slesvig og Holsten til týskararnar, gav Christian IX proysiska konginum, Wilhelm I, tað tilboð, at Danmark kundi fara upp í tað týska samveldið.

Politiken skrivar, at kongur kunnaði ikki stjórnina fyrr enn aftaná, og hann var sostatt á markinum til landasvik av ringasta slagi.

Kelda hjá Politiken er ein nýggj bók, sum søgufrøðingurin Tom Buk-Swienty hevur skrivað, og sum kemur út í næstu viku. Í sambandi við arbeiðið við bókini gav Margretha drotning høvundinum atgongd til tað privata skjalasavnið hjá Christiani IX, og tað er fyrstu ferð, at tað er hent.

Skjølini vísa, at tann kendi proysiski forsætisráðharrin Otto von Bismarck var ikki so hugaður fyri at fáa Danmark sum part av samveldinum.