Norska landskappingin í fótbólti ? Tippeligain ? fór av bakkastokki um vikuskiftið, og sunnudagin var liðið hjá Julian Johnsson, Kongsvinger, í eldinum fyri fyrstu ferð.
KIL spældi á útivølli móti Strømsgodset, og eftir ein málleysan fyrra hálvleik vann heimaliðið 2-1.
Norska blaðið Verdens Gang skrivar, at fyrrverandi norski landsliðsspælarin Jostein Flo, sum altso nú spælir við Strømsgodset, var munurin millum liðini.
»Jostein reddet Godset igjen«, er yvirskriftin hjá VG, og tað man vera á góðari leið, tí Flo gjørdi bæði málini hjá Strømsgodset.
Lítlibeiggi Jostein, Tore Andre Flo, var við til at avgera dystin hjá Chelsea móti Wimbledon í ensku Premier League, og so vildi stóribeiggin sjálvandi ikki vera verri.
Teir 5.391 áskoðararnir sóu hann leggja sítt lið á odda, tá 55 minuttir vóru spældir, og 18 minuttir seinni økti hann við brotssparki. Fyrsta málið kom eftir innlegg úr vinstru, sum Flo-maðurin trillaði millum beinini á Kongsvinger-málverjanum Ole Arvid Langnes.
Seinni noyddist innskifti Eirik Dybendal hjá Kongsvinger at taka hondina til hjálpar fyri at steðga einum skoti. Tað førdi til útvísing til KIL-mannin (sum bert hevði verið á vøllinum í 12 minuttir) og brotsspark til Strømsgodset.
Tá eitt gott korter var eftir, minkaði svenski spælarin Andreas Alm við brotssparki til 1-2, men hóast Kongsvinger hevði eina roynd á stongina í seinastu minuttunum, var tað sum heild í lagi, at Strømsgodset vann, skrivar VG.
Julian Johnsson byrjaði ikki inni, men varð settur at hita upp tíðliga í seinna hálvleiki. Tað gjørdi hann so restina av hálvleikinum ? uttan at koma á vøllin.