Runavík: Sjálvt um barnagarðurin er gamal, so eru avbjóðingarnar altíð nýggjar. Seinastu 20 árini hevur barnagarðurin í Saltangará húsast í kjallaranum á Posthúsinum undir heldur trongum umstøðum. Men um eitt lítið ár flytir barnagarðurin út til Runavíkar, beint við Toftavatn, og tá fara nógvar broytingar fram.
Herfyri fylti barnagarðurin 20 ár, og er hann tí tann elsti í oynni. Ongin barnagarður var aðrastaðni í Eysturoynni áðrenn hesin var settur á stovn. Fríða Lómstein hevur verið leiðari á barnagarðinum øll hesi árini og greiðir hon soleiðis frá:
? Tá barnagarðurin fylti 20, tann 1. mei, høvdu vit bjóðað foreldrum til kaffi og lagkøku. Børnini fingu døgurða, og seinni um dagin fingu tey so eisini køku. Vit valdu ikki at gera so nógv burturúr, tí plássið er so lítið.
Stórar broytingar
Fríða Lómstein sigur, at stórar broytingar hava verið síðani barnagarðurin fyrst var latin upp og til dagin í dag.
? Tá barnagarðurin fyrst lat upp fyri 20 árum síðani var tað ikki vanligt við stovnum her í oynni, og tí kendu fólk ikki so nógv til hetta. Í dag seta foreldrini nógv størri krøv enn fyrr, tí fleiri av teimum hava roynt aðrar stovnar. Men hetta haldi eg bara vera positivt, tí soleiðis halda tey eisini eitt vakið eyga yvir okkum, og vit sleppa ikki at "sovna" í okkara arbeiði, sigur leiðarin á barnagarðinum.
? Fyrr vóru karmarnir eisini strangari. Børnini sum gingu á teimum ymsu stovunum sluppu ikki at ganga ímillum stovurnar uttan loyvi. Í dag er hetta sambandið opnar. Nú sleppa børnini at renna ímillum stovurnar sum tey vilja.
Av tí, at stovurnar vóru meira sundurskildar fyrr, var yvirgangurin frá vøggustovu til barnagarð eitt sindur størri enn hann er í dag. Soleiðis er ikki í dag.
? At stovurnar standa so tætt saman ger, at yvirgangurin frá vøggustovu til barnagarð er ikki so stórur. Vøggustovubørnini og barnagarðsbørnini ganga og mala hvør um onnur, og tí verða tær nýggju umstøðurnar hjá einum vøggustovubarni ikki so øgiliga nýggjar, sigur Fríða Lómstein.
Nýggjur barnagarður
Í dag eru 54 børn tilsamans á stovninum. Men í mei 2003, tá vónandi verður flutt út í nýggja barnagarðin, verður pláss fyri 94 børnum, næstan dupult so nógvum.
? At flyta í ein nýggjan barnagarð merkir fyri okkum, at vit fáa betri pláss og umstøður. Til dømis fáa vit eina høll til børnini, og tað hava vit ikki havt fyrr. Vøggustovurnar vera tvær til 14 børn hvør, greiðir Fríða frá.
Plásstrotið hjá barnagarðinum er tó ikki bert inni. Uttanfyri er ikki nógv pláss at taka av, og harumframt er nógvur larmur og so liggur barnagarðurin eisini við tann mest trafikkeraða vegin í kommuni. Men hesin trupulleikin verður loystur tá flutt verður út til Runavíkar, tí tá verða eisini uttandura umstøðurnar betri. Eisini liggur nýggi barnagarðurin í einum vøkrum náttúruøki, og tá verður lag á manni hjá børnunum at vera uttandura, og vera møguleikarnir eisini fleiri.
Sjálv heldur Fríða hetta vera eina spennandi og nýggja avbjóðing, og er ætlanin at reka nýggja barnagarðin á sama hátt sum tann gamla. Tá verður hugsað um, at barnagarður og vøggustova skulu standa tætt uppá hvønn annan.
Í barnagarðinum eru fólk, sum hava arbeitt í fleiri, fleiri ár. Hetta metir leiðarin vera eitt gott tekin.
? At starvsfólk støðast, má vera eitt tekin uppá, at tey trívast. Eisini koma børn aftur at vitja okkum, og taka vit eisini hetta sum eitt gott tekin. Og nú koma tey fyrstu børnini, sum gingu her, sum sjálvi hava fingið børn, í barnagarðin við teirra børnum, so tað er helst eisini eitt tekin uppá, at tey hava havt tað gott, og tað eru vit sjálvsagt glað fyri, sigur Fríða Lómstein at enda.