Kongshavn 8.000 tons færri

Fram til endan av oktober mánaða í ár hevði landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landað stívliga 8.000 tons minni enn somu tíð í fjør. Tøl yvir seinastu árini vísa, at tað serliga eru hesir seinastu mánaðirnir síðan í summar, sum hava roynst vánaligir til upsa. Eisini er minni av gulllaksi komið upp á land í ár enn í fjør.

Tað er sjáldan, at veiða eftir fleiri fiskasløgum roynist væl samstundis. Hetta síggja vit í uppisjóvarvinnuni, og vit síggja tað eisini við toski, upsa og hýsu. Í nøkur ár hevur lítið verið at fingið av toski, men nú er toskurin eftir øllum at døma við at koma fyri seg aftur.

Upsaveiðan hevur verið góð í fleiri ár, og serliga royndist árið 2009 avbera væl. 2008 var eisini eitt gott ár, meðan líkt er til, at árið í ár fer at líkjast árinum 2007.

Tøl hjá landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará vísa, at tað serliga eru seinastu mánaðirnir í ár sum hava svikið.

Kongshavn landar nógv tey somu skipini, og tí geva tøl hjá landingarmiðstøðini eina rímiliga góða mynd av støðuni.

Landingarmiðstøðin hevur gjørt upp landingartøl fram til endan av oktober í ár. Hesi vísa, at samlaðu nøgdirnar higartil í ár eru 25.700 tons móti heili 33.900 tonsum í 2009. Munurin er soleiðis meiri enn 8.000 tons. Av samlaðu nøgdunum higartil í ár eru 7.700 tons gulllaksur, meðan gulllaksurin somu tíð í fjør taldi 9.400 tons.

Aftrat gulllaksi landar Kongshavn næstan bara upsa.

Taka vit samlaðu landingarnar á Kongshavn fram til endan av oktober fýra fylgjandi ár á rað, eru tølini hesi: 2010 (25.700 tons), 2009 (33.900), 2008 (28.400) og 2007 (24.000 tons).