Kongressin í Washington stongd vegna hóttan

Luttarar í eini aðalroynd upp á innsetanina av Joe Biden vóru evakuerað av plássinum framman fyri Kongressini.

 

Kongressbygningurin í Washington er stongdur vegna »uttanhýsis trygdarhóttan«, skrivar tíðindastovan Reuters.

Eingin sleppur inn ella út úr bygninginum, upplýsa eygnavitni á staðnum.

Tað er enn ikki upplýst, hvør trygdarhóttanin er.

Løgreglan í Kongressini hevur sent boð út til ymsar partar av Kongressini, sigur Sky News.

– Vegna uttanhýsis trygdarhóttan undir brúnni á l-295 við gøturnar Fist og F Street SE er inngongd og útgongd ikki loyvd í løtuni, eru boðini.

– Tit kunnu ferðast runt í bygninginum, men haldið tykkum frá hurðum og vindeygum. Um tit eru út, so søkið tykkum lívd.

Luttakararnir í aðalroyndini fyri innsetanina av Joe Biden eru evukauerað av staðnum, skrviar tíðindastovan AP.

##med2##

Biden skal eftir ætlan takast í eið sum forseti mikudagin.

Trygdaralarmurin við Kongressina kemur 12 dagar eftir, at viðhaldsfólk hjá Donald Trump forseta trokaðu seg inn í bygningin 6. januar.

Tað var Kongressin undir leiðslu av Mike Pence, varaforseta, í ferð við at góðkenna valið av Biden.

Nógv Trump-viðhaldsfólk trúgva uppáhaldinum hjá Trump um, at valið var »stolið« frá honum, og at Biden hevur snýtt seg til valsigurin.

Onkur av illgerðarfólkunum, sum trokaðu seg inn í Kongressina fyri 12 døgum síðani róptu »heingið Mike Pence« og ákærdu hann at vera landasvíkjara.

/ritzau/