Kongavitjanin av á hesum sinni

Við flogfarinum hósdagin kl. 17 fóru tey kongaligu avstað aftur til Danmarkar, eftir eina stutta og strævna, men kortini spennandi vitjan í Føroyum.

Vágar: Henda seinasta dagin undir vitjanini kom ein lítil broyting í skránna. Ætlanin var at krúnprinsahjúnini skuldu fara til Mykinesar, men orsakað av ringum veðurlíkindum á staðnum, varð henda vitjanin avlýst.
Drotningahjúnini fullførdu kortini sína skrá, við vitjan í øllum bygdunum í Vágoynni, har tey heilsaðu uppá fólkið, men góvu sær eisini tíð at vitja børnini og tey gomlu. Seinasta tiltakið á skránni var ein tíðindafundur seinnapartin fyri føroysku og útlendsku tíðindafólkunum á Hotel Vágum. Tá hann var liðugur kl. 15:30 var vitjan teirra í Føroyum samstundis at enda komin.
Á tíðindafundinum vórðu tey m.a. spurd um, nær tey koma aftur næstu ferð.
Svarið var greitt, at tað skal ikki ganga so long tíð til tey vitja aftur á oyggjum okkara eina aðru ferð.
- Vit hava havt eina sera góða vitjan, her vit hava møtt ?en mase herlige mennesker?, sum Margretha drotning málbar seg.
? Tað var eisini gott fyri Mary at læra hetta landið at kenna, sum vit trý kenna so gott. Jú, hetta hava verið góðir dagar, segði hon.