- Nú er tað álvari. Nú stevnir vakri "svanurin" - Dannebrog - úr havnini í Århuus klokkan 20.45 og setir kós móti Grønlandi.
Tað skrivar 20 ára gamli føroyingurin, Benjamin Øregaard, á sínari facebook-síðu fyri fýra tímum síðan.
Hann er einasti føroyingur, sum í løtuni siglir við danska kongaskipinum.
Benjamin leggur aftrat, at túrurin verður gjørdur "… med et kort stop på Færøerne for at bunkre noget brændstof…"
Føroyingurin umborð á Dannebrog sigur, at skipið verður aftur í "dansk farvand" um einar sjey vikur - ella umleið 5. august.
Tað var eitt vónbrot fyri Benjamin Øregaard, tá Føroyaferðin hjá Dannebrog og drotningavitjanin í Føroyum vórðu avlýst, tí fólkatingsval varð útskrivað.