Í 1882 varð Kongaminnið á Gripsheyggi í Havn reist til minnis um fyrstu kongavitjanina, tá Chr. tann 9 vitjaði oyggjarnar í 1874. Danin H.C. Amberg teknaði Kongaminnið og Jákup Andr. Arge (Jampan) bygdi tað.
Jákup Andr. Arge (1854-1931) gjørdi modell av Kongaminninum og sendi tað niður til Amalienborg, har tað stendur enn í dag.
Springvatnið á Vaglinum
Springvatnið á Vaglinum varð gjørt í samband við at Kong Chr. 10 var á vitjan í Havn í 1936. Fyrstu ferð springvatnið bleiv brúkt alment, var árið eftir á Ólavsøku í 1937. Hetta sama aríð vóru fyri fyrstu ferð settar ljósperur upp millum trøini framvið Havnará. Springvatnið bleiv tikið burtur, tá arbeiðið við at dekka ánna til byrjaði í 1957.