Kongaligt skemt kostar arbeiðið

Tveir útvarpsvertir úr Australia kunnu ikki vænta at sleppa at gera útvarpssendingar aftur, eftir at tey gjørdu telefonballadu við ein sjúkrarøktarfrøðing, tá tey ringdu til sjúkrahúsið, har William prinsur og konan Kate vóru stødd. Kate er við barn og trupullleikar við kvalmu gjørdi, at hon bleiv innløgd.

Sjúkrarøktarfrøðingurin, sum teir báðir útvarpsvertirnir skemtaðu við, varð í gjár funnin deyð. Vertirnir Mel Greig og Michael Christians og teirra telefonskemt hevur vakt miklan ans í Onglandi og Australia. Nógv fólk eru ørg inn á tað, sum vertirnir gjørdu, tá teir ringdu til sjúkrahúsið og fingu privatar upplýsingar um Kate.

Fleiri miðlar vilja nú vera við, at sjúkrarøktarfrøðingurin Jacintha Saldanha, ið hevði arbeitt á King Edward VII í fýra ár, gjørdi sjálvmorð. Løgreglan hevur tó ikki váttað hesum og vilja ikki úttala seg um málið.

Saldanha tók telefonina á sjúkrahúsinum, tá útvarpsvertirnir ringdu og søgdu seg vera Elisabeth Drotning og Charles Prinsur. Hon stillaði tey um til ein starvsfelaga, sum síðani gav upplýsingar um heilsustøðuna hjá Kate.

Greig og Christian hava nú verið frammi við eini umbering, men tað gjørdu tey, eftir at útvarpsstøðin hevði marknaðarført skemtið sum "besta kongaliga skemtið nakrantíð".