Kongaliga Ballettin vitjar

Føroyingar kunnu gleða seg til eina stórsligna uppliving, tá ið Kongaliga

Ballettin leygardagin vitjar í Norðurlandahúsinum við bæði klassiskum og

modernaðum perlum. Á skránni vera millum annað tvey verk, sum hava fingið bestu

ummælini hetta leikárið. “10 to Hyper” eftir Jorma Elo úr Finnlandi, sum varð frumsýnt í 2006, er ein erotisk og kraftmikil dansur fyri ein mann og eina

kvinnu – í svørtum, skyggjandi búnum, við tónleiki eftir Mozart. Hitt nýggja

verkið er “Dancing on the Front Porch of Heaven”, varð frumsýnt í februar í

ár.