Hof-stof
Seinnapartin týsdagin høvdu Paradox ljóðroynd til fyrstu kongaligu punkkonsertina í Føroyum nakrantíð. Í sambandi við at Krúnprinsurin og frú vitja Margarinfabrikkina, verður stórt tiltak hildið á parkeringsøkinum yvir av gamla reinsarínum. Har verða millum onnur ungi bólkurin, sum hevur koppa Føroyum við sínum popputta, festliga og óvanliga vælspælda punki.
Hølini í Margarinfabrikkini eru ov lítil til at bera trýstið av teimum nógvu ungu, um allir limirnir á fabrikkini vilja hitta krúnprinsa hjúnini. Men samstundis ber ikki til at útihýsa børnum og ungum frá sínum tilhaldi. Tí verður virksemið flutt út um. Tað skilst á skrivi, sum Margarinfabrikkin hevur sent til foreldur at børnum, sum ganga har. At Parkeringsplássið í nakrar tímar gerst skateboard breyt, har verður eisini hip hop dansur, og so sjálvandi Paradox.
Ljóðroyndin hjá Paradox ljóðaði avbera væl, og krúnprinsurin, sum er stórur tónleikafjeppari, fer at síggja, at føroyskur tónleikur hevur annað at bjóða uppá enn Teit, sum spældi konsert fyri Fríðrikki og Mary í fjør.









