Kongafiskurin fekk aftur í dag góðan prís á Fiskamarknaði Føroya. Nøgdin var ikki stór, góð sjey tons, men tann besti prísurin kom heilt upp í 20,80 krónur fyri kilo. Í meðal fór kongafiskur I fyri 19,55 krónur, stødd II fór fyri 18,46 krónur og stødd III fekk meðalprísin 18,82 krónur fyri kilo.
Góð 10 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 14,16 krónur, toskur III fyri 13,55 krónur, og toskur IV fór fyri 11,38 krónur í meðal. Eini sjey tons vóru av hýsu. Tað mesta var hýsa II og III, sum fór fyri ávikavist 10,29 krónur og 9,84 krónur í meðal.
Eitt garnaskip og ein trolari seldu svartkalva, og meðalprísurin fyri tey 28 tonsini var 27,07 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 67 tons í dag fyri 1,3 millión krónur.