Kongafiskurin fyri tørn

Samráðingarnar millum strandarlondini halda fram og í dag var tað kongafiskurin, ið var á skránni

Samráðingar hava í dag verið í London um fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingerhavinum. Á fundinum vóru strandarlondini Føroyar, Ísland og Grønland umframt ES. Harumframt vóru Noreg og Russland, boðin við til fundin, men møttu ikki upp. Tað skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu síni.

Upplýst verður, at ES, Russland og Noreg vórðu boðin við til samráðingarnar, tí tey eisini fiska kongafisk í Irmingerhavinum.

- Kongafiskurin í Irmingerhavinum verður mettur at vera sera illa fyri. Tí hevur ICES seinastu árini mælt frá, at fiskiskapur verður loyvdur. Russland tekur ikki undir við vísindaligu ráðgevingini. Hetta hevur gjørt tað torført at fáa eina semju um at fylgja ráðunum frá ICES. Ístaðin hevur ein minni kvota verið sett, sum hevur verið lækkað ár undan ári, skrivar Fiskimálaráðið.

Á fundinum í dag legði ICES fram ta vísindaligu ráðgevingina fyri komandi tvey árini 2020 og 2021, og eins og undanfarin ár verður mælt frá, at fiskiskapur verður loyvdur.

Av tí, at Noreg og Russland ikki vóru á fundinum, var ikki grundarlag fyri neyvari viðgerð av møguligum umsitingartiltøkum í 2020, men londini á fundinum góvu teirra støðu til kennar, skrivar Fiskimálaráðið.

Viðgerðin heldur fram á ársfundinum hjá NEAFC, sum verður um hálvan november.

Ásetta kvotan í 2019 er 6.000 tons. Føroyski parturin er 404 tons.