Kongafiskurin er niðurfiskaður

- Kongafiskaveiðan liggur um eini 2.000-3.000 tons um árið, men í sínari tíð, tá stovnurin var væl fyri, lá samlaða veiðan uppi á eini 20.000 tonsum. Líkt er ikki til, at hesin stovnur kemur fyri seg aftur í bræði, sigur Hjalti í Jákupsstovu

Fiskivinna

 

Í gjárkvøldið loysti havrannsóknarskipið Magnus Heinason aftur.

Á seinasta túri var skipið og kannaði støðuna hjá kongafiski, og hendan túrin stendur merking av toski fyri.

Hetta eru árligir og regluligir túrar, sum verða gjørdir á hvørjum ári.

Tá ið Sosialurin vitjaði á brúnni á Magnusi Heinasyni mikudagin, segði skiparin, Dánjal Jacob Lydersen, at lítið var at fáa av kongafiski á undarfarna túri.

Tað er serliga trant-kongafiskurin, sum hevur verið í minking í fleiri ár. Stovnurin stendur í stað á einum lágum støði. Ábendingar eru ikki um, at hesin stovnur kemur fyri seg aftur í bræði. Hinvegin tykist, sum tann stóri kongafiskurin er hampiliga væl fyri, hóast minni fekst á tí fyrra kongafiskatúrinum í ár.

 

Niðurfiskaður

Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at trant-kongafiskurin, ið er tann fiiskurin, sum í sínari tíð var ein partur av grundarlagnum hjá djúpvatnstrolarunum, er illa fyri.

- Veiðan liggur um eini 2.000-3.000 tons um árið, men í sínari tíð, tá stovnurin var væl fyri, fiskaðu vit eini 20.000 tons. Líkt er ikki til, at hesin stovnur kemur fyri seg aftur í bræði.

Hann heldur ikki, at leiðir eru undir Føroyum, sum eru óroyndar eftir kongafiski.

- Síðan vit fóru at fiska kongafisk við studningi fyri nógvum árum síðan, kunnu vit ikki rokna við, at nógvar ókendar leiðir eru eftir at royna.

Hjalti heldur fyri, at tað var við almennum prísstudningi, at djúpvatnsflotin slapp at gera enda á kongafiskastovninum.

Støðan við svartkalvanum líkist støðuni við trant-kongafiskinum, men leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni heldur, svartkalvin er meira tengdur at hitanum í sjónum.

- Djúpvatnstrolararnir liggja nú meira á upsanum – og ikki í sama mun á teimum fiskasløgum, sum í sínari tíð vóru høvuðsgrundarlagið undir hesum partinum av flotanum, sigur hann.

 

Toskurin støðugur

Tá ræður um ymisku fiskasløgini, verður tosað um fisk, sum ferðast millum havleiðir – og fisk sum ikki ferðast ella ferðast í minni mun.

Vit vita, at pelagiskur fiskur hevur sítt ferðamynstur, og vit vita, at annar fiskur, sum eisini gongur uppi í sjónum, eitt nú upsi, er minni støðugur á ávísum leiðum enn botnfiskur sum toskur.

Ofta hevur ivi verið reistur um, hvørt toskur er so støðugur, sum fiskifrøðingar vilja vera við.

Men merkingar, sum Fiskiransóknarstovan hevur gjørt av toski í fleiri ár, benda á, at toskur er rættiliga støðugur á sínum leiðum.

Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at av teimum mongu toskunum, sum merktir eru undir Føroyum gjøgnum árini, er bert eitt lítið fátal fingið aftur í øðrum londum.

- Talan er bert um nakrar heilt fáar fiskar, sum eru fingnir aftur í havøkjum hjá okkara grannalondum.

Hann sigur, at teir merktu fiskarnir, sum eru fingnir aftur, eru veiddir aftur í føroyskum sjógvi.

- Tað er tí einki í okkara kanningum, sum bendir á, at toskurin flytir seg nógv, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni.