Kongafiskurin dýrari enn toskur og hýsa

Hóast væl meiri fiskur var á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag enn hinar dagarnar síðani ársskiftið, hildu prísirnir sær rættiliga væl, og okkurt fiskaslag fekk óvanliga góðan prís.

Í dag seldi Fiskamarknaðurin 120 tons. Tann størra helvtin var toskur og hýsa. Toskur III fór fyri 14,36 krónur í meðal, toskur IV fyri 12,95 krónur, hýsa II fyri 13,43 krónur og hýsa III fyri 11,45 krónur.

Umleið 20 tons vóru av upsa, og meðalprísurin fyri allar støddir lá millum 12,33 krónur og 12,75 krónur. Eini 15 tons vóru av longu, og tað mesta fór fyri 12,48 krónur í meðal. Ein trolbátur seldi umleið seks tons av havtasku, sum fór fyri góðar 31 krónur í meðal.

Tann stóri prísvinnarin á marknaðinum í dag var kongafiskurin. Nøgdin var ikki stóð, umleið tvey tons, men keypararnir lótu í meðal 23,90 krónur fyri kilo.

Tey 120 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, vórðu seld fyri knappliga 1,7 millión krónur.